Tín veitari av feskum, frystum og saltaðum fiskavørum
Header image

Føroyar

Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin – í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16% í miðal árini 1998-2003.

Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2.400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2.900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10% av arbeiðsvirknum borgarum.

(Source: Wikipedia.org)

Vinstrumegin sæst kort yvir Føroyum. Á kortinum sæst eisini hvar okkara virkir liggja í Suðuroy. Delta Seafood á Tvøroyri og TG Seafood í Hvalba.

Erik Christensen, Porkeri